Arbeiðið at bora tunlarnar setir met

Higartil hevur arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall, gingið rættiliga væl

 

Arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall, hevur gingið rættiliga skjótt. Landsverk sigur, at í farnu viku vórðu 102 metrar boraðir í tunlunum norður um Fjall. Av teimum vórðu 52 metrar boraðir í Hvannasundstunnlinum og 50 metrar vórðu boraðir í Árnafjarðartunlinum.

 

Landsverk sigur, at hetta er met, tí so nógv er ongantíð borað áður. Tilsamans er u nú 719 metrar boraðir í Hvannasundstunlinum og har eru 1.476 metrar eftir at bora. Í Árnagjarðartunlinum eru 435 metrar boraðir so har eru eftir 1.455 eftir at bora.