Arbeiðgevarar stóra virðing fyri trygdini

Boð frá Arbeiðseftirlitinum verða aloftast fylgd uttan nakað

 

Føroyskir arbeiðsgevarar eru raskir at fylgja boðum og leiðbeiningum frá Arbeiðsftirlitinum.

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um støðuna hjá Arbeiðseftirliginum. 

Johan Dahl sigur, at fyri tað mesta gera arbeiðsgevarar eftir boðum frá Arbeiðseftirlitinum fylgd uttan viðmerkingar.

 

Les eisini: 124 arbeiðsvanlukkur í Føroyum higartil í ár

 

- Hvørki í ár ella í fjør er nøkur avgerð hjá Arbeiðseftirlitinum um arbeiðsumhvørvi, kærd til Vinnukærunevndina, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann heldur tó, at enn eru vit ikki komin á mál við arbeiðnum at menna arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

- Soleingi vit skráseta deyðsvanlukkur og onnur álvarslig óhapp, eru vit ikki komin á málm sigur hann.

- Endamálið við arbeiðsumhvørvislóggávuni er, at einhvør skal kunna koma frá arbeiði í somu heilsustøðu, sum viðkomandi fór til arbeiðis í.

 

Hann sigur, at síðani løgtingið setti sparingar í verk á Arbeiðseftirlitinum, varð neyðugt hjá eftirlititinum at leggja arbeiðið øðrvísi til rættis

 

Afturat hesum vórðu Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan løgd saman við tí endamáli at spara.

Men endamálið við samanleggingini var at Arbeiðseftirlitið við at broyta arbeiðshátt, kundi gerast eins virkið sum tað var og at arbeiðsumhvørvið framhaldandi var trygt og gott.

- Og meti eg, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássinum er nøktandi og gott, sigur Johan Dahl.

Hann vísir á, at næsta ár er ætlanin at hækka játtanina til Arbeiðseftirlitið  410.000 krónur við tí endamáli at fyribyrgja arbeiðsóhappum.

 

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tað er eitt krav, at øll arbeiðspláss, har 10 ella fleiri fólk starvast, skulu hava eina trygdarskipan, har starvsfólkaumboð og leiðsluumboð eru skipað í trygdarbólkar.

 

Samstundis hevur arbeiðsgevarin skyldu til at senda arbeiðsfólkið í trygdarskipanini á trygdarskeið í arbeiðsumhvørvi.