Á Kósini hava tey arbeitt alt undan hesa vikuna, og seinnapartin í dag var grill, tónleikur, har Jens Marni Hansen framførdi, og í aðrar mátar var festival-upptakt á skránni.
Virkisleiðarin, Fríðin Ziskason, sigur við in.fo, at tá tað nú lagaði seg somikið væl við rávørutilgongdini, so var upplagt at gera nakað serligt, áðrenn flestu starvsfólkini fara á Summar Festival.
Vit hava arbeitt sera nógv í seinastuni, og eitt nú vóru vit til arbeiðis ólavsøkudag. So eg haldi væl og virðiliga, at starvsfólkini hava uppiborið, at vit nú taka okkum av løttum, sigur Fríðin Ziskason.