Arbeiddi so nógv sum sjáldan

Jógvan Isaksen, rithøvundur, svarar spurningum um ársskiftið

Miðlahúsið hevur spurt ymisk fólk um, hvussu tey upplivdu 2017, og hvat tey vænta av 2018. Her svarar Jógvan Isaksen, rithøvundur.

Hvussu var 2017 fyri teg?
– Ivaleyst eitt tað árið í meira enn tretivu ár, har eg havi arbeitt mest. Høvuðsorsøkin var útgávan av "Færøsk Litteraturs Historie Første Bind 1298-1950", sum kravdi at eg arbeiddi hvønn tann einasta dag vikuskiftini íroknað til bókin var liðugt prentað miðskeiðis í septembur. Og so fór skrivingin av krimisøguni "Heljarportur" í gongd.


Hvør var besta upplivingin í 2017?
– Ilt at siga, hvør upplivingin er tann besta, tí upplivingarnar vóru so fáar. Sum maðurin segði, var lívið hjá mær ein filmur, so hevði eg ikki tímað at sæð hann. Mín fyrsta vitjan úti í Mykinesi var í seinnu helvt av juli, og tað var hóast alt ein stór uppliving.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?
– Í mong ár havi eg siglt nakrar vikur hvørt summar við seglbátinum hjá mær, men av omanfyrinevndu grundum kom eg í 2017 næstan ikki út at sigla. Tað er ein saknur.

 

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?
– Havi sett mær fyri at skriva "Færøsk Litteraturs Historie Andet Bind 1950-2018", soleiðis at bókin vónandi kann koma út várið 2019. Aftrat hesum fimta bindið um William Hammer og Skansadeildina. Uppímillum vónandi eina røð av ummælum.