Arbeiðarar ganga skrúðgongu í Havn

Havnar Arbeiðarafelag skipar fyri 1. maidagshaldi í Vágsboti í dag klokkan 16

Tiltakið byrjar við eini skrúðgongu úr garðinum hjá Havnar Arbeiðarafelag millum felagshúsið og Ebenezer, klokkan 15:45, og síðani verður gingið í skrúðgongu oman í Vágsbotn, har sjálvt haldið byrjar klokkan 16.

Røðarar í ár verða Bjørg Brynhildardóttir Egholm - lesandi, Dávid McLeod - verkafólk, Jóhan Carl Dam - fyrrverandi nevndarlimur í HAF og Heri Reynheim - formaður í HAF.

Signar og John spæla í samband við haldið, og Jóanes Nielsen lesur nakrar yrkingar.

Havnar Hornorkestur luttekur við horntónleiki.

Tórshavnar KFUK selja vafflir, kaffi, te o.l

Tulkatænasta luttekur við tulki.

Økið verður stongt fyri ferðslu.

– Vit gleða okkum at síggja tykkum, skrivar Havnar Arbeiðarafelag.

Um regnið órógvar ov illa, so verður 1. maidagshaldið flutt undir glastakið millum Miðlahúsið og Reinsaríið.