Arbeiðarafeløgini til samráðingarborðið

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini byrja hesa vikuna

Hósdagin í hesi vikuni fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini at handa hvørjum øðrum krøvini til sáttmálarnar partanna millum, nú teir ganga út 1. mai í ár. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.

 

 Tey fimm arbeiðarafeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

 

Samráðingarnar verða skipaðar við samráðingarfundum millum partarnar inntil 1. mai, tá sáttmálin gongur út, og nýggjur skal koma ístaðin.

 

Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vinnuhúsið skrivar, at úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað eru hesar samráðingar, sum leggja karmin, og eru tí grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni.