Manningarfeløgini hjá Strandferðsluni, tað eru Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið hava í kvøld boða frá, at hóast tey taka við úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum, so er tað undir protest og málið er tískil als ikki loyst.
Les eisini Til eftirtektar undir protest
- Støðan er tann, at Gerðarrætturin tók jú ikki støðu til ósemjuna millum partarnar, men einans til lýsta arbeiðssteðgin, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Hetta merkir, at eingin loysn er funnin á málinum um lønarviðurskiftini hjá manningunum, sum skulu sigla jóladag og aðrar líknandi halgidagar.
- Málið verður tí lagt fyri Fasta Gerðarrættin einaferð fyrst í komandi ári, sigur hann.
Spurdur, um hví manningarfeløgini fara til Gerðarrættin, heldur enn at samráðast við Fíggjarmálaráðið svarar hann, at av tí at hetta er eitt rættsligt stríð, skal málið avgerast í rættinum. Annarleiðis hevði verið um hetta var eitt stríð um áhugamál.
- Verandi sáttmáli inniheldur ongar treytir fyri sigling sigling jóladag. Veruleikin er tí tann, at okkara limir fara til arbeiðis jóladag, uttan at vita, hvat teir fáa í løn, sigur Eyðstein Djurhuus.
Tá málið verður lagt fyri Fasta Gerðarrættin aftur, verður tað sum eitt viðurkenningarmál, sigur Eyðstein Djurhuus, har manningarfeløgini vilja hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at sigling jóladag og langa fríggjadag ikki er umfata av verandi sáttmála.










