Arbeiða umborð á Ternuni týsdagin

Strandfaraskipið Ternan leypir ein túr um týsdagin

Týsdagin verður tekniskt arbeiði gjørt umborð á strandfaraskipinum Ternuni, sum røkir siglingina millum Havnina og Nólsoy.

Hetta arbeiði hevur við sær, at Ternan ikki siglir túrin, sum vanliga er av Havnini kl. 12.30 og úr Nólsoy kl. 13.00.

Annars verður siglingin hjá Ternuni ikki órógvað av arbeiðnum.