Arbeiða hart fyri at verða føroyingar

Men okkara arbeiði er ikki nóg mikið

 

- Vit arbeiða hart fyri at læra okkum føroyskt og fyri at integrera okkum í føroyska samfelagi.

- Men okkara arbeiði er ikki nóg mikið!


Soleiðis siga tríggjar útlendskar í Føroyum nú í eini inniligari áheitan á myndigleikarnar, bæði Løgtingið, Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Kvøldskúlan í Havn, Tórshavnar Kommunu og ALS.


Tær tríggjar siga, at tær tosa fyri allar útlendingar í Føroyum, tá ið tær siga, at tað ber ikki at til at læra seg føroyskt í einsemi og tí er tað neyðugt við ordiligum skeiðum og ordiligari undirvísing í føroyskum.

 

Tær tríggjar, Meyevi Marika Skipanes, Sasichon Mortensen og Winda Petersen, staðfesta, at tær fegnast um skeiðið í føroyskum, útlendingum stendur í boði, og sum varar í 20 vikur.

 

Men júst hetta hevur sannført tær um, at tørvur er á einum ordiligum skeiði við ordiligari undirvísing, fyri at kunna duga føroyskt av álvara.

 

- Vit vilja integrerast og føla okkum sum ein part av føroyska samfelagnum og føroysku mentanini, nú vit eru komin higar at búgva, saman við okkara familjum.

 

Skeiðið, útlendingar nú fáa, endar 11. mars, men eftir tað vita tær einki.

Tær tríggjar talskvinnurnar fyri útlendingar í Føroyum, siga, at nú skeiðið er farið at halla, eru tær greiðar yvir, at besti mátin at læra málið upp á, er at vera í einum flokshøli og fáa undirvísing.

 

Tí heita tær á myndugleikarnar um at bera so í bandi, at skeiðið kann halda fram, soleiðis at tær ikki missa tað aftur, tær hava lært.

 

Tær heita eisini á myndugleikarnar um at skipa fyri afturvendandi skeiðum, bæði byrjanarskeiðum, víðari skeiðum, og førleikagevandi skeiðum, sum skulu enda við eini próvtøku.

Tær heita eisini á myndugleikarnar um at skipa fyri 9. floks skeiði fyri útlendingar, sum kann brúkast sum lopfjøl til aðrar skúlar og aðrar útbúgvingar.

- At útvega okkum eitt neyðugt amboð til at læra føroyskt er ein fyrimunur, bæði fyri okkum og fyri tykkum.

 

- Álítandi førleiki í føroyskum fer at geva okkum betri fyri at arbeiða í samfelagnum og at intigrerast og at geva okkara íkast fyri føroyska mentan. Og ikki at gloyma, fer okkara arbeiði fyri at verða meiri effektiv, at verða til frama fyri øll.

 

- Útbúgvið starvsfólk, sum fáa samskift skjótt og greitt, kunnu vera fongur fyri samfelagsbúskapin og staðbundin búskapur hevði eisini fingið gagn av øktari, útbúnari arbeiðsstyrki, siga tær tríggjar talskvinnurnar fyri útlendingar í Føroyum.