Arbeiða framvegis við ætlanum í Vági

.

Fiskavirking arbeiðir við fleiri ætlanum fyri, hvussu arbeiði aftur kann fáast á flakavirkið í Vági.

Fiskavirking arbeiðir framvegis við ætlanum fyri, hvussu arbeiði kann fáast aftur á flakavirkið í Vági.

Heilt frá fyrsta degi hjá Fiskavirking, hevur flakavirkið í Vági verið eitt hitt mest umrødda. Men higartil hevur onki bent á, at tað verður latið uppaftur.

Tó er tað hvørki gloymt, ella farið í mølposan, eftir hvat Sverri Hansen sigur

Hann sigur, at arbeitt verður við fleiri ymsum møguleikum, báði við teimum vanligu fiskasløgunum og við øðrum fiskasløgum eisini.

Men hann sigur, at tað er ilt at siga, hvat spyrst burturúr.

Tvs, at hann veit ikki um nakað yvirhøvur fer at spyrjast burturúr.

Men hann vísur m.a. á, at nógv hava ilt, av at Fiskavirking hevur so stóran marknaðarpart, sum tað hevur.

? Men tað fer jú nógvur fiskur av landinum. Og jú meiri fiskur verður virkaður í Føroyum, størri eru møguleikarnir at hava fleiri virki opin, sigur Sverri Hansen.

Hann vil tó ikki siga, at hann mælir politikarum til at seta bann fyri at landa uttanlands.

? Endamálið má fyrst og fremst vera at gera føroyska fiskivinnu kappingarføra, so hon fær kappast um fiskin á jøvnum føti við onnur.


Gongur strilti

Eftir hvat eisini skilst á honum, gongur meiri strilti hjá teimum, sum hava ætlað sær at keypa virki burturúr Føroya Fiskavirking.

Nógv liggja framvið at keypa virkið.

? Eitt er at liggja framvið, men tað skulu eisini pengar til.

? Um virki verða seld burturúr Fiskavirking, veldst nógv um, antin tey, sum ætla sær at keypa, megnað at reisa teir neyðugu pengarnar. Og tað hevur so ikki eydnast teimum enn. Sverri Hansen sigur, at enn standa tó við orðini um, at ætlanin er at selja virkið burturúr Fiskavirking. Men eg haldi ikki, at tað hevur skortað uppá vilja frá okkum, leggur hann afturat.