- Tað eru nøkur ógvuslig kavaæl, ið gera at tað er ein trupulleiki at rudda flogvøllin. Men vit arbeiða av øllum alvi, og tað sær longu nógv betur út nú.
Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, nú flogferðslan hevur verið darvað av kava í morgun.
Flogvallarstjórin greiðir frá, at tað er flogvøllurin, ið hevur ábyrgdina av at rudda flogvøllin, meðan Atlantic Airways hevur ábyrgdina av at gera flogførini klár. Men tá veðrið er so óstøðugt, sum tað var fyrr í morgun, so kann tað vera torført at samskipa soleiðis, at alt er klárt samstundis.
Flogfarið sum skuldi fara til Edinburgh fyrr í morgun, er nú farið, men seinni flogfarið, ið skal til Keypmannahavnar, stendur enn á flogvøllinum. Veðrið er tó batnað so nógv nú, at tað helst ferð hvørja løtu. Væntast kann tó, at seinu fráferðirnar í morgun viðvirka til nakrar seinkingar í flogferðsluni í dag.