Arbeiðsvanlukka á Viðareiði hevur kravt mannalív í dag

Ein arbeiðsvanlukka var á Viðareiði í dag

Ein arbeiðsvanlukka á Viðareiði seinnapartin hevur kravt eitt mannalív. Ein maður, sum arbeiddi við eini lyft, kom í klemmu millum lyftina og bilin, sum lyftin er á, sigur løgreglan.
Maðurin læt lív og politiið og Arbeiðseftirlitið eru ikki liðug við kanningarnar enn, og tískil eru ikki fleiri viðmerkingar til hendingina enn, sigur løgreglan.

Mikudagin kravdi eisini ein arbeiðsvanlukka í Kollafirði eitt mannalív, tá ið ein maður kom undir ein trukk, sum koppaði.