Arbeiðsvanlukka kostaði kavara lívið

Seinnapartin í dag fekk eitt arbeiðsóhapp ein vanlukkuligan enda, tá ein kavari misti lívi. Tríggir kavarar arbeiddu við Shefa-kaðalin sunnanfyri Hvítanes, og klokkan 14.37 fekk løgreglan fráboðan um, at eitt óhapp var og at ein sjúkrabilur mátti koma á staðið.

Bæði sjúkrabilur og løgregla fóru avstað. Teir báðir kavararnir, sum komu fram á starvsfelagan, veita fyrstuhjálp og portørarnir arbeiða við manninum bæði á staðnum og ávegis til Landssjúkrahúsið, men klokkan 15.20 verður staðfest á Landssjúkrahúsinum, at 44 ára gamli maðurin er deyður.

Sambært løgregluni síggja teir báðir kavararnir mannin við sjóvarmálan, sum tá var ógvuliga illa fyri. Hóast bæði fyrstuhjálp á staðnum, umframt at portørar eisini gjørdu tað, teir vóru mentir, eydnaðist ikki at bjarga 44 ára gamla manninum.