Arbeiðsvanlukka á Eiði kravdi mannalív

Ein maður í fimmtiárunum doyði, tá ein tangi hjá Salmons Proteins á Eiði sprongdist.

Ingibjørn Eldevig, sýslumaður, segði í Degi og Viku í kvøld, at maðurin arbeiddi við vinkulslípara uppi á sjálvum tanganum, og at tað helst hevur fest í gassið í tanganum.

- Vit kunnu bara gita okkum til, at tað er orsøkin, segði Ingibjørn Eldevig.

Hann sigur, at menninir hava arbeitt við at rustviðgera tangarnar í fleiri dagar.

Í tanganum vóru umleið 100 tons av slógvi. Tá tangin sprongdist, brast lokið omanav, og maðurin slongdist av tanganum og doyði. Høvlli bresturin hoyrdist um alla bygdina, sigur løgreglan.

Løgreglan og Arbeiðseftirlitið kanna nú málið.