Kendi hagfrøðingurin Nate Silver metir, at demokratarnir hava ein góðan møguleika at fáa meirilutan í amerikanska umboðsmannatinginum í miðskeiðisvalinum í kvøld.
Einki er avgjørt, skundar hann sær at skriva, men sambært modellunum hjá honum og hansara starvfeløgum, hava demokratarnir ein 86 prosent møguleika til at vinna nokk setur til at fáa meirilutan. Hann vísir samstundis á, at republikanararnir hava ein umleið 80 prosent møguleika at varðveita meirilutan í senatinum.
Nate Silver skrivar í síni seinastu dagføring áðrenn valið, at fleiri ting hava kiksað hjá republikanarunum seinastu tíðina. Veljarakanningarnar geva teimum vánalig úrslit, fíggjarligi stuðulin hevur verið søguliga vánaligur og líkt er til, at demokratarnir fara at vinna umboðsmannasetur, sum vanliga hava verið roknað sum trygg republikansk umboð.
Hann vísir á, at tað eru ting, sum tilsiga, at republikanararnir skulu fáa eitt gott val. Hann nevnir tað, at amerikanski búskapurin er væl fyri og at amerikanska valskipanin gevur republikanarunum ein fyrimun.
Kortini eru fleiri ting, sum benda á, at demokratarnir fara at vinna valið. Hann vísir á, at flokkurin í andstøðu vanliga klárar seg væl í miðskeiðisvalinum, at Trump, forseti, er sera illa lýddur í USA, og at fleiri av republikansku valevnunum í hesum valinum eisini eru illa lýddir.
At enda vísir hann á, at demokratarnir eftir øllum at døma hava megnað at reka fleiri fólk á val enn í undanfarnu miðskeiðisvalunum.
Valúrslitini vera ikki klár fyrr enn í morgin árini, men fyrstu forsøgnirnar vera væntandi klárar um ellivutíðina í kvøld, tá fyrstu valstøðini steingja.
Skuldi tað hent, sum er sannlíkt, at demokratarnir vinna meirilutan í umboðsmannahúsinum, fer tað at gera arbeiðskorini hjá amerikanska forsetanum munandi verri.
Umboðsmannatingið hevur 436 tinglimir, valdir úr teimum 50 statunum í mun til fólkatal. Senatið hevur 100 senatorar, tveir úr hvørjum stati.
Saman verða Umboðsmannatingið og Senatið nevnd Kongressin. Hon hevur lóggevandi vald í USA. Um ein lóg skal samtykkjast, skal hon samtykkjast av báðum húsunum, og síðani góðkennast av amerikanska forsetanum.