Arbeiðstíðin kostaði mest

Hummarmálið kostaði ríkiskassanum 100.000 krónur í sakføraraútreiðslum

Ákæruvaldið, fýra sakførarar og Føroya rættur brúktu nógva orku uppá sakarmálið móti tveimum journlistum, einum fotografi og einum hummarafiskara fyri ávikavist at hava etið og borðreitt við livandi hummara á eini fiskivinnuframsýning í Føroyum í mai 2005.
Ákæruvaldið legði út við at geva hesum fýra monnum og eini donskum fotografi 1000 krónur í bót fyri djórapínslu. Danski fotografurin rindaði beinanvegin bótina, men hinir noktaðu seg sekar, og so fór eitt størri arbeiði í gongd við nógvari brævskriving og fleiri rættarfundum.
Í heyst vórðu teir allir frídømdir, og ákæruvaldið skeyt ikki málið inn fyri hægri rætt.
Sambæt upplýsingum frá fútaskrivstovuni og einum frídømdum vóru sakføraraútreiðslurnar 100.000 krónur.
Annars vóru ongar serligar útreiðslur, tí eingi vitni komu til Føroya at vitna, og danski fotografurin og sakførari hansara komu ikki til Føroya á nakran rættarfund.
Ongar ferðaútreiðslur vóru tí.
Serfrøðin bæði í Føroyum og í Danmark fingu nakrar spurningar um hummarar, men tað kostar einki at spyrja almennar stovnar, upplýsir Finn Ougaard, varafúti.
Ógjørligt er at gera upp, hvat málið í tíð kostaði ákæruvaldinum og dómsvaldinum, men tímarnir vóru ómetaliga nógvir, sum ákæruvaldið og dómsvaldið hava brúkt.