Nýggja Búskaparráðið er komið við síni fyrstu og skerdu útgávu, og har verður staðfest, at inntøkiurnar hjá landskassanum hava svikið.
Í løtuni eru tekin um, at búskapurin tilsamans vaks nakað í 2012, mest sannlíkt um 1-2% í føstum prísum. Hetta er grundað á, at lønargjaldingar vuksu um 3,5% í 2012 og at framrokningar av tjóðarroknskapinum benda á vøkstur í BTÚ á 3-4% fyri 2012. Prísvøksturin í løtuni er á umleið 2% um árið. Tekin eru um, at framgongdin fyribils er hildin fram í ár.
Eitt átrokandi mál er, at landskassin hevur havt stór rakstrarhall síðani 2008, og skuldarbyrðan hjá landskassanum er tí vaksin munandi. Órógvandi er eisini, at við ársenda 2012 benda inntøku- og útreiðslutøl fyri landskassan greitt á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál. Hallið hjá landskassanum fyri 2012 verður væntandi um 340 milliónir krónur, og hallið veksur tí sammett við 2011, tá ið hallið var um 322 mió. kr.
Størsta orsøkin til, at hallið hjá landskassanum er størri enn væntað í 2012, er at inntøkurnar hava svikið.
Inntøkurnar frá skattum og avgjøldum eru í 2012 omanfyri 200 milliónir krónur lægri sammett við fíggjarætlanartøl. Bæði í 2011 og í 2012 vórðu íløgur fyri útvið 100 milliónir krónur fluttar til seinni ár. Hetta hevur hildið hallinum hjá landskassanum niðri hesi árini. Hallið hjá landskassanum kann vaksa aftur, so hvørt sum hesar íløgur verða gjørdar og harvið bókaðar í landsroknskapinum.
Arbeiðsmarknaðurin hevur síðani kreppan byrjaði í 2008 verið merktur av, at talið av løntakarum og arbeiðsstyrkin eru minkað nógv. Talið av løntakarum er minkað úr umleið 26.000 við ársbyrjan 2008 til umleið 23.700 við ársbyrjan 2013 (minking á umleið 9%).
Hetta vísir, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er raktur hart av kreppuni og at føroyskt vinnulív hevur torført at kappast við útlendskt vinnulív um arbeiðsmegina. Sum kunnugt er talið av føroyingum sum arbeiða í grannalondunum eisini vaksið ógvusliga síðstu árini. Uppgjørda arbeiðsstyrkin er minkað úr umleið 28.400 til umleið 27.000 fólk frá 2008 til 2012.
Arbeiðsloysið er vaksið úr umleið 400 til umleið 1.400 fólk síðani 2008. Tá ið arbeiðsloysið var hægst við ársbyrjan 2011 vóru omanfyri 2.200 arbeiðsleys. Arbeiðsloysið er lækkað síðani 2011 og arbeiðsstyrkin er eisini minkað nakað. Síðani 2009 eru 300-400 fólk flutt av landinum árliga (netto), og meginparturin er fólk í arbeiðsførum aldri. Í løtuni eru útlit til, at arbeiðsloysið minkar nakað aftrat næstu mánaðirnar, millum annað tí at meira virksemi vanliga er í fleiri vinnugreinum summarmánaðirnar og tí at fólkafráflyting er av landinum.









