Trygdarstarvsfólkini í Kastrup-floghavnini eru farin aftur til arbeiðis, men tað merkir ikki, at flogferðslan kemur í rættlag enn á sinni. Talsmaðurin hjá floghavnini sigur, at tey fara at royna at fáa flúgvingina í rættlag sum skjótast, men at tað kortini verða stórar seinkingar allan dag.
Trygdarstarvsfólkini í Kastrup fóru á fakligan fund klokkan fimm í morgun, og seinni løgdu tey arbeiðið niður. Men nú hava tey tikið arbeiðið uppaftur.
Arbeiðssteðgurin hjá trygdarstarvsfólkunum gjørdi millum annað, at flogfør kundu ikki fáa brennievni, og at viðførið hjá ferðafólki kundi ikki avgreiðast.