Arbeiðssteðgurin er útsettur

Semingsstovnurin hevur avgjørt at útseta arbeiðssteðgin, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir lýstu fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum at byrja mánamorgunin klokkan 8.

 

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru í samráðingum við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála, men tá samráðingarnar eftir teirra tykki ongan veg vóru komnar fríggjadagin, valdi fakfelagið at lýsa við arbeiðssteðgi fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. 

 

Óluva í Gong, forkvinna, segði tá við Kringvarp Føroya, at hóast samráðingarnar høvdu vart í eina tíð, høvdu tey enn ikki tosað um tað týdningarmesta, altso lønina.

 

Fíggjarmálaráðið valdi tí at boðsenda semingsstovninum, sum eftir fund við partarnar í dag hevur avgjørt at útseta arbeiðssteðgin. Hetta er ein rættur, sum Semingsstovnurin hevur sambært semingslógini. Semingsstovnurin kann útseta arbeiðssteðgir í upp til eina viku.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boða á heimasíðu síni frá, at tey vænta at frætta nærri frá semingsstovninum aftur í morgin. Men fyribils heldur altso arbeiðið fram sum vanligt í morgin árini.

 

Sáttmálin millum partarnar fór úr gildi 1. oktobur.