Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
Tann 16. avgust 2005, tá studentaskúlarnir byrjaðu aftur aftaná summarfrítíðina, hevði Mentamálaráðið, í stríð við galdandi siðvenju, sum hevði støði í eini avtalu millum Fíggjamálaráðið við Yrkisfelag Studentraskúla- og HF-lærara frá 1992, fylt fleiri enn 24 næmingar inn í tríggjar studentaskúlaflokkar á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Hendan í allar mátar óhepna avgerðin, sum var brot á áralanga siðvenju á økinum, kundi Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara sjálvandi ikki góðtaka.
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara valdi kortini ikki at steðgað frálæruni í nevndu flokkum alt fyri eitt. Felagið vísti ábyrgd og gav myndugleikunum eina freist uppá hálvan annan mánað til at fáa trupulleikan loystan. Samstundis boðaði felagið frá, at var trupulleikin ikki loystur innan 1. oktober 2005, tá sáttmálin millum felagið og Fíggjamálaráðið gekk út, so fór felagið at steðgað allari frálæru í teimum yvirmannaðu flokkunum í Hoydølum.
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara tók síðan stig til at fáa samráðingar í lag við Mentamálaráðið og Fíggjamálaráðið hesum viðvíkjandi og limir felagsins hava í bløðunum áhaldandi roynt at sannføra myndugleikarnar um, at tað í allar mátar er óheppið at fylla fleiri enn 24 næmingar í flokkarnar - men alt til onga nyttu. Hóast tað eydnaðist Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara at koma á tal við myndugleikarnar, so gjørdist tað eftir tríggjir úrslitaleysir fundir hesum viðvíkjandi felagnum greitt, at hvørki Mentamálaráðið ella Fíggjamálaráðið vóru sinnaði til at samráðast um spurningin yvirhøvur.
Samráðingarnar millum partarnar eru tískil slitnaðar og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara dugir tí ikki at síggja nakran annan møguleika, enn at seta í verk fráboðaða arbeiðssteðgin í yvirmannaðu flokkunum í Hoydølum - fyribils tó bert í tveir dagar, 3. og 4. oktober 2005.
Við atliti at næmingunum í teimum yvirmannaðu flokkunum, sum síðan 16. oktober eru vorðnir samansjóðaðir til eina sosiala flokseind, ynskir Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara ikki, at nevndu flokkar í Hoydølum verða býttir sundir, men felagið ynskir at fáa eina varandi loysn uppá trupulleikan við yvirmannaðum flokkum.
Við hesum vil Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara enn einaferð vísa ábyrgd og heitir tí á Fíggjamálaráðið, at taka upp veruligar samráðingar við felagið um, hvussu sleppast kann undan, at trupulleikar við yvirmannaðum flokkum taka seg upp framyvir.