Arbeiðsskapandi tiltøk – íslendingar fáa arbeiðini

Tað er nú enn einaferð prógvað, at nógv umtalaði handilssáttmálin millum føroyingar og íslendingar – Hoyvíkssáttmálin – bert virkar annan vegin.

Besta dømið um, at íslendingarar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini, er ítróttarhøllin á Sandi. Landið letur hesa høll byggja – fyri at seta arbeiðsskapandi tiltøk í gongd í Føroyum.
Hetta skuldi verið ein sólskinssøga, men hvat? Íslendingar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini, meðan føroyski skattgjaldarin rindar og vit føroyingar standa eftir sum Kánus við ongum.

Hesin so høgt lovaði Hoyvíkssáttmáli hevur enn einaferð prógvað sína ónyttu – hann virkar bara einvegis.

Eitt tíðuligt dømi um hvussu ódugnaligir og óbúnir føroyskir politikarar og embætisfólk vóru í hesum máli. Tað hevði verið eitt miðlashow av aðrari verð, um tað vóru danir, ið høvdu fingið ein slíkan sáttmála, og teir við hesum sáttmála í hondini fingu ítróttarhøllina á Sandi at byggja.

Arbeiðsloysið her heima er av tí hægsta síðan 1994, so spennandi verður at vita, hvør fær næsta arbeiðsskapandi almenna arbeiðið í Føroyum.

Munnu tað verða føroyingar?

Munnu tær skattakrónurnar ikki eisini enda í Íslandi, við vælsignilsi av Hoyvíssáttmálanum?