Nú vinnuligi og politiski fylgibólkurin hava fingið uppritið frá nevndini, ið ger uppskot til nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, byrjar røringur at koma í.
Serliga er tað vinnan, ið finst at, at nevndin undirstrikar, at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboði, tí tað er tað, arbeiðssetningurin hjá nevndini eisini leggur upp til.
Millum annað finst stjórin í Føroya Reiðarafelag, Herálvur Joensen, hvassliga at, at uppgávan hjá nevndini hevur verið so bundin, at hon slett ikki hevur viðgjørt, um uppboðssøla er besta loysnin ella ikki.
Men marknaðartilgongd til fiskivinnurættindini hevur alla tíðina verið partur av arbeiðssetninginum, nevndin hevur havt at hildið seg til, so tí er undrunarsamt, at hetta tykist koma óvart á nú.
- Arbeiðssetningurin hevur jú verið tann sami frá fyrsta degi, staðfestir Árni Gregersen, journalistur á ting.fo og politiskur eygleiðari.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Árna Gregersen.
Bæði politiski fylgibólkurin og vinnuligi fylgibólkurin hava seinni í vikuni fund við nýskipanarnevndina, sum í síðsta lagi 1. oktober skal lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt uppskot.