Arbeiðsrúm til listafólk

Jóna Kristin Thomsen
---

Sum eitt smábarn hevur tørv á spæliplássi fyri at trívast og mennast, hevur eitt samfelag brúk fyri listapallum. Listafólk okkara endurreisa gloymdar risar á leikpallum. Tey skriva um okkara avrik og minna á okkara avbjóðingar. Tey mála upp spegilin frammanfyri okkum, sum tvingar blinda eyga at síggja. Tey spæla og dansa okkara egnu kenslur frammanfyri okkum og vekja kenslur, vit ikki vistu, vit høvdu. Tey høgga blómuna í stein til at hátíðarhald ævnleikan yvir menniskjanum.
Eitthvørt samfelag strembar eftir at hava eitt virkið listaumhvørvi og eitt virki bókmentaumhvørvi. London Art Council arbeiður við einari 10 ára ætlan fyri at menna og brúka list í samfelagnum. Í einari slíkari ætlan verður eitt hav av samstarvsavtalum gjørdar við leikhús, listaskálar, verksmiður, skúlar og annað, fyri at skapa samstarv millum listafólk í ymiskum umhvørvi og verksmiðjur, soleiðis at tey sleppa at arbeiða, framleiða, samstarva og granska. Slíkar ætlanir finnast í øllum kommunum í vesturheiminum og allar kommunir seta til vega bygningar til listafólk at arbeiða í. Nøkur av hesum arbeiðsrúmum eru lítil og skirvislig, og onnur stór og flott. Týdningamest er, at tey eru heilgivin listarligum arbeiði.
Býráðið eigur ídag tilsamans 175 bygningar, og meðan søgur skulu skrivast, filmar framleiðast, koreografiðir skapast og standmyndir høggast, standa fleiri av hesum bygningum tómir. Lat nakrar av hesum bygningum til arbeiðsrúm hjá listafólkum. Tað snýr seg um virkispláss, studiopláss, kontór og sethús, sum bara standa og bíða eftir, at onkur finnur uppá okkurt. Nógv tann størsti parturin av nútímans listarligum arbeiði er tvørgreiniligt samstarv, og listafólk hava brúk fyri at húsast onkustaðni, har tey kunnu møtast, og tilvildin kan gera síni undurverk. Føroyska samfelagið er somikið lítið, at tað er ógvuliga tórført hjá bólkavirksemi at útmerka seg uttanlanda. Okkara besta boð er nokk einstaklinga avrik, og serliga innan listaumhvørvið, eru nógvir møguleikar. Fleiri av okkara borgarum hava drúgvar útbúgvingar úr útlondunum og hava bæði útmerkað seg á skúlum og stevnum. Tróndur Pæturson reisur seg í hesum døgum millum størstu mentanarkempur í heiminum, á stevnu í Washington, og unga Rannvá Káradóttir tók seinasta ár, við bróstabarni á arminum, ímóti heiðri fyri besta artistiska dansifilm, á heimsumfatandi kapping í New York. Vælkend er reglan um, at list og ferðavinna ganga hond í hond, og soleiðis vil eitt heiðra mentanaravrik, altíð venda ljóskastaran aftur til upprunan hjá viðkomandi listafólki. Somuleiðis vil eitt ríkt listaumhvørvi økja um dynamikk, vitalitet, samstarv, vælvild, sjálvsvirði, sjálvsfatan og opinleika og stimbra menniskjafatan, samstarvshug og framleiðslug í øllum samfelagskrókum.

Set krossin við A fyri eitt sterkari listaumhvørvi!