Arbeiðsmarknaður
Sjálvsognarstovnurin Alv hevur júst keypt ein virkisbygning, sum Fuglafjarðar kommuna hevur átt á ídnaðarøkinum á Kambsdali.
Bygningurin er 600 fermetrar til víddar, og grundøkið er 2.870 fermetrar stórt. Keypsprísurin er 1,9 miljónir krónur, og stovnurin væntar at brúka 2,5 miljónir krónur til at gera bygningin kláran til tað virksemi, sum ætlanin er at brúka hann til.
- Hetta er eitt stig á leiðini hjá okkum at fremja kor teirra, ið hava skerdan arbeiðsførleika, og vit halda, at hetta er ein góður framtíðarmøguleiki. Bygningurin stendur á vinnuøkinum á Kambsdali, sum vit meta er eitt gott stað, tá hugsað verður um at bjóða virksemi til arbeiðstarnað í Norðoyggjum, Eysturoy og part av Norðurstreymoy.
Klárur um eitt ár
Stovnurin heldur tað eisini hava stóran týdning fyri samstarvið við aðrar fyritøkur, sum eitt nu eru á Kambsdali, at virkisbygningurin liggur so tætt upp at aðrari vinnu.
- Eitt annað, sum eisini er til fyrimunar við plaseringini á Kambsdali, er góða busssambandið, og eitt nú koyrir leið 440 úr Klaksvík nógvar ferðir um dagin.
Alv hevur leingi havt ynski um at skapa uppaftur fleiri vinnumøguleikar fyri fólkum við skerdum arbeiðsførleika, og stovnurin metir, at keypið á Kambsdali fer at geva hesum fólkum góðar og øktar møguleikar.
- Vit fara í næstum undir at gera bygningin kláran til okkara virksemi, og vit miðja eftir at byrja framleiðslu á Kambsdali um eitt ár ella so. Ætlandi verður pláss fyri 25 arbeiðsfólkum, sigur Alv.
Tá arbeiði at umbyggja og laga bygningin til ætlaða virksemið er komið nakað áleiðis, fer Alv at skipa fyri kunningarfundi, so øll, ið hava áhuga, kunnu skráseta seg ella fáa nærri upplýsingar um virksemið, sum verður.
Møblar og montasja
- Høvuðsinnihaldið við virkseminum á Kambsdali verður ein endurnýtsluhøll ella ein sokallað “møbladeild”, har vit eitt nú fara at umvæla gamlar møblar og lutir, sum skulu seljast. Somuleiðis hava vit ætlanir um at virka sum eitt “montasju virki”, har vit fara at framleiða ymiskar lutir ella partar av framleiðslulutum fyri føroysk virkir. Tað vísir seg nevnliga, at føroysk virkir bíleggja fleiri framleiðsluvørur og tænastur uttanlands, sum eins væl kundu verið framleiddar í Føroyum.
Alv ynskir at hyggja at hesum møguleika við tí fyri eyga at skapa eina nýggja vinnu.
- Vit hava tosað við virkir um møguleika fyri framleiðsluavtalu, og tað vísir seg, at áhugi er fyri hesum. Vit vænta eisini, at eftirspurningurin verður størri, tá vit eru komin í gongd. Eins og í Havn, er ætlanin at gagnnýta hølini, tá hesi eru tóm til ymiskt virksemi seinnapartar og um kvøldarnar.
Arbeiðsmarknaðurin
Alv fegnast um, at hetta nýggja virkið sær dagsins ljós – ikki minst tí, at virksemi fer at verða við til at gera arbeiðsmarknaðin enn meira rúmligan.
- Við komandi virkseminum á Kambsdali hava vit nátt flestu økir í landinum, men vit røkka ikki Suðuroynni á hesum sinni. Vit fara at kanna tørvin í Suðuroy nærri og hava síðan ætlanir um at seta virksemið í gongd har seinni.
Virksemið, sum Alv nú leggur lunnar undir á Kambsdali, er sum nevnt ætlað arbeiðstarnaðum fólkum, eitt nú sálar-og sinnisveikum, fólkum, ið eru rørslutarnaði og fólkum, ið hava fingið tillutað hálva ella fulla pensjón.
- Hetta er ein partur av Føroya fólki, ið vanliga ikki eru so sjónlig á arbeiðsmarknaðinum, men sum gjøgnum mennandi tilboð kunnu bjóða fram sína arbeiðsmegi og samstundis gera arbeiðsmarknaðin størri og fjølbroyttari.
Tørvur á uppvenjing
Tey umleið 25 fólkini, sum fáa arbeiði á Kambsdali, kunnu antin arbeiða heilan ella hálvan dag.
- Vit fara at skipa virksemi við víðum karmum, tí tørvurin hjá hesum fólkum er ymiskur. Tey hava tørv á at vita, at tey eru vird við teimum skerjingum, tey hava, og tey hava eisini brúk fyri at halda sínar førleikar við líka.
Alv sigur, at fleiri av teimum, sum hava skerdan vinnuførleika, hava tørv á eini uppvenjing, og fleiri hava eisini tørv á at verða stuðlaði til at koma í gongd aftur.
- Onkur hevur tørv á at arbeiða einsamallur, onnur í bólki. Neyðugt er at tillaga arbeiðstíðina soleiðis, at til ber at arbeiða eitt nú hálvan dag, sigur sjálvognarstovnurin.
Tvørfakligur bólkur
Á einum síkum arbeiðsplássi, sum tí, ið karmar nú verða skaptir um á Kambsdali, er neyðugt at skapa so tryggar og góðar karmar sum til ber, og í hesum sambandi er neyðugt at hava ein bólk av starvsfólki, ið er tvørfakligur.
- Vit vita, at tørvurin er stórur á arbeiðsstøðum fyri fólkum, ið eru arbeiðstarnað. Fleiri av umsøkjarunum hjá ALV hava tørv á einum arbeiðsstaði, har tey undir tryggum korum og undir skipaðum viðurskiftum kunnu fáa arbeiðsuppvenjing. Hesin tørvur er serliga stórur hjá sálar- og sinnisveikum fólki, sigur sjálvsognarstovnurin Alv.