Hjalmar Magnussen
Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Vági
Seinastu 10 - 15 árini hava ikki verið tey bjartastu í Vágs søgu. Bygdini tørvar nýggjar kreftir og hugsjónir, ið vilja og tora at skoða frameftir og at taka neyðug tøk.
Stórar avgerðir hava ver-ið á borðinum og koma eisini framyvir at mynda býráðspolitikkin. Tað, ið bygdini fyrst og fremst tørvar, fyri at fólk kunnu virka og trívast, eru arbeiðspláss og aftur arbeiðspláss.
Spurningurin um ellisheim eigur avgjørt at verða tikin í álvara og eitt krav er, at spurningurin verður viðgjørdur á virðiligan hátt og eiga kommuna og borgarar at finna loysn á hesum málinum.
Miðnámsskúli verður bygdur í Vági og eiga ellisheim og skúli ikki at samantvinnast til eitt mál, so talan verður um orðataki; annaðhvørt, ikki bæði.
Kommunuskattaprosentið eigur at endurskoðast. At hava eitt hitt hægsta kommunuskattaprosentið í landinum, er at leggja stein oman á byrði í eini kommunu, har fólk frammanundan hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman vegna vantandi virksemi í Suðuroyar syðru helvt. Og havast skal í huga, at kommunuskatturin eigur í so vítt møguligan mun at endurspegla tað, ið borgarin fær aftur í gerandisdegnum, so sum dagførd barnaansingarskipan og barnagarður, vegir og annað.
Ungdómurin eigur framtíðina. Teir gomlu tóku tøk, so suðuroyggin taldist millum fremstu øki í landinum, og verður mangan við stoltleika víst á hetta. Men hetta breyðføðir ongan í dag og eigur ungdómurin í dag at fáa karmar og treytir, so liviligt er í kommununi, bæði innan miðnámsútbúgving, frítíðartilboð, mentanartilboð og arbeiði. Hetta, og at vinnan fær góðar karmar, er altavgerandi.
Vágbingar mugu standa saman. Saman skulu vit at venda gongdini. Saman skulu vit virka fyri at koma burturúr naggatódnini. Samanhald er styrki.