Arbeiðspláss hvørva

Ein uppgerð, sum Handilsháskúlin í Bodø hevur gjørt, vísir, at hetta seinasta árið eru næstan 3.000 arbeiðspláss horvin í Norðurnoregi.

Erlend Bullvåg, sum hevur kannað gongdina, sigur við Nordlys, at í dag eru 2.840 færri arbeiðspláss í Norðurnoegi enn fyri einum ári síðani. Í Troms eru 620 arbeiðspláss farin, í Nordlandi 1.700 og í Finnmørkini 520. Hann sigur, at tey flestu arbeiðsplássini eru horvin í framleiðslu- og tænastuvinnuni, og hann roknar við, at hendan gongdin fer at halda fram næsta ár.

Bjørn Olsen, sum er professari á Handilsháskúlanum í Bodø, sigur við Nordlys, at gongdin hetta seinasta árið kann koma Norðurnoregi illa við. Hann vísir á, at førleikin hjá teimum norðurnorsku virkjunum verður nógv skerdur, og tí verður landsparturin illa fyri, skuldi búskapargongdin vent til tað betra. Hann ásannar, at nógvar fyritøkur hava tað trupult, men heldur, at leiðslurnar eiga at royna at finna aðrar loysnir enn at spara seg burtur úr trupulleikunum, tí tað kann koma virkjunum aftur um brekku seinni.