Sáttmálasamráðingar
Tað gamla í Føroyum var, at arbeiðsmenn fingu betri løn enn konufólk.
Men í Klaksvík er tað nú akkurát øvugt.
Arbeiðsmenninir í Klaksvík mugu nú latasær lynda at fáa minni í løn enn konufólkið undir liðini á teimum og annars minni løn enn øll hini arbeiðsfólkini í landinum.
Tað er úrslitið eftir at arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar gjørdu semju um nýggjan sáttmála síðstu nátt.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag segði ikki sáttmálan upp og tí fáa teir ikki somu lænarbatar, sum hini arbeiðarafeløgini.
Tað er ikki beinleiðis lønin sum hækkar, men eftirlønin og lívstryggingin og í hesum báðum førum mugu arbeiðsmenninir í Klaksvík nú latasær lynda at hava verri sømdir enn verkafólkið í landinum annars.
Ingeborg Vinther heldur ikki at teir nú eiga at fáa somu sømdir sum hini arbeiðarafeløgini.
-? Tað er ikki rætt, at eitt felag skal fáa tað upp í hendurnar, sum onnur hava stríðst fyri, sigur hon.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum og umboðsmaður hjá arbeiðsgevarunum vísir á, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hevur ikki sagt sáttmálan upp og tí fáa teir heldur ikki somu lønarbatar sum hini feløgini.
Klaksvíknar kunnu í fyrsta lagi siga sáttmálan upp um eitt ár.