Arbeiðsmarknaðurin gjørt gott arbeiði

Í einum lítlum samfelag hevur tú altíð kjans at fóta tær aftur, sigur Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini. Hon metir at føroyski arbeiðsmarknaðurin eigur stóra æru av, at talið ikki er hægri

Leiðarin á Kriminalforsorgini, Karin Kjølbro, heldur tað vera áhugavert, at Føroyar eru tað landið í heiminum, sum hevur fækst fangar sitandi inni per íbúgva.
Hon staðfestir, at lítla samfelagið vit liva í og sosiala eftirlitið eru tvær avgerandi orsøkir til hetta.
Karin Kjølbro hevur eisini hug at draga fram aðrar orsøkir, til lága talið.
– Kriminologiskt sæð er tað áhugavert hjá okkum, at av teimum, sum fáa treytaðan dóm ella eru royndarleyslatin, møta vit bara millum seks og átta prosentum aftur. Tað merkir, at av teimum áður revsaðu, eru tað ógvuliga fá, sum fremja nýggjan kriminalitet.
– Tað er ógvuliga lítið í mun til aðrastaðni, staðfestir Karin Kjølbro.

Altíð kjans at fóta tær
Bæði Bent Jacob Hansen, varðhaldsleiðari, og varafútin, Finn Ougaard, eru samdir við Karini Kjølbro, um týdningin av at vit liva í einum so lítlum samfelag. Karin Kjølbro sigur eisini, at í einum lítlum samfelag hevur tú altíð ein kjans at fóta tær aftur. Og fremsta orsøkin til, at so mong av teimum, ið hava framt kriminalitet, finna fótafestið aftur, er, sambært Karin Kjølbro, føroyski arbeiðsmarknaðurin.
– Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur gjørt eitt stórt arbeiði her. Fyrr vóru tað serliga skipini, har hálvkriminellir dreingir vórðu sendir avstað við, og komu aftur sum raskir menn.
– Her er tað eitt undantak, at fólk undir Kriminalforsorgini ikki hava eitt arbeiði. Aðrastaðni er tað regulin, sigur Karin Kjølbro, sum heldur at arbeiðsmarknaðurin hevur gjørt eitt megnar arbeiði her.