Arbeiðsmarknaðardepil - púra samd

Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Tingkvinna, tjóðveldi
---------




Gleddi meg at hoyra Maritu Rasmussen siga – í Degi og Viku 12. juli ‘10 - at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kundu hugsað sær ein arbeiðsmarknaðardepil. Hon nevndi, at tað hevði skapt synergi effekt, umframt at lógarverk og umsiting høvdu havt gagn av hesum. Taki fult undir við hesum sjónarmiðum.

Eitt arbeiðsmarknaðargjald
Í verandi løtu rinda vit til ALS og í barsilsgrunn. Kundi hugsað mær, at vit ístaðin rindaðu eitt sonevnt arbeiðsmarknaðargjald. Arbeiðsmarknaðargjaldið bleiv nýtt til ymiskt, sum hevði við arbeiðsmarknaðarviðurskifti at gera. Arbeiðsmarknaðardepilin umsat og virkaði fyri hesum. Nevnast kann: ALS, barsilsskipan, eftirútbúgving og ikki minst ein arbeiðsmarknaður, sum tók sosiala ábyrgd.

Sosial ábyrgd
Sosial ábyrgd á arbeiðsmarknaðinum snýr seg um, at arbeiðspláss gera sítt fyri at fyribyrgja, at starvsfólk gerast sjúk og niðurslitin. Arbeiðsplássini skulu kenna seg ‘ílatin til’ og raðfesta, at starvsfólk kunnu verða verandi á arbeiðsmarknaðinum, tá tey gerast sjúk, men hava varðveitt ein part av arbeiðsførleikanum. Harumframt er alneyðugt, at arbeiðsmarknaðurin í størri mun kann rúma teimum, sum standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin.

Mong arbeiðspláss gera veruliga ein hóp fyri síni starvsfólk og fleiri eru eisini ‘við uppá’ at geva fólki við skerdum førleika ein møguleika. Royndir vísa tó, at tað mangan eru tey, sum eru sjúk ella hava skerdan førleika á einhvønn hátt, sum fyrst fáa fótin, tá sparast skal.
Í ár var talið á umsóknum til Dugniskúlan við Áir methøgt. Helmingurin fekk einki pláss. Sum er, er hesin skúlin einasta skúlatilboð til teirra sum hava hava skerdan førleika onkursvegna.

Almenna á odda
Lógarkarminum tørvar avgjørt ábøtur til tess at bøta um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum við skerdum førleika. Men skulu vit gera okkum vónir um, at sosiala ábyrgdin gerst størri, eigur tað almenna at ganga á odda og vera ein fyrimynd. Hví ikki hava beinleiðis orðingar um, at ávísur prosentpartur av arbeiðsmegini hjá tí almenna skal vera til fólk við serligum tørvi?
Mær er sagt, at eitt slíkt uppskot til samtyktar var samtykt á Føroya Løgtingi í 80-árunum. Fleiri almenn arbeiðspláss taka sosial ábyrgd og privat arbeiðspláss við. Men langt er enn á mál um vit veruliga kunnu tosa um ein arbeiðsmarkna fyri øll.

Tey ungu
Avbjóðingin hjá teim ungu at finna sær starv er stór, tá arbeiðsloysið er. Tey hava onga útbúgving og fáar um nakrar arbeiðsroyndir at vísa á. Veit, at bæði ALS og Almannastovan royna at bøta um støðu teirra, men her kundi ein arbeiðsmarknaðardepil gjørt mun.

Javnvágin millum familju og arbeiðið
Arbeiðsmarknaðardepilin kundi eisini skapt betri karmar og varpa ljós á aðrar avbjóðingar sum eru. Avbjóðingin hjá smábarnafamiljum at finna javnvágina millum familju og arbeiðslív – ikki minst í verandi løtu, tá tað kanska er serliga trupult hjá foreldrum, tí tey eisini eru bangin fyri at missa starv sítt. Ivist ikki í at tað ger avbjóðingina enn størri.




Gráa gullið
Ætlanin er, at fólk skulu eggjast til at vera á arbeiðsmarknaðinum sum longst. Sjálvsagt eiga vit at gera tað attraktivt hjá teimum eldru at vera á arbeiðsmarknaðinum. Kanska serligar uppgávur? frítakast fyri ávísar uppgávur? Sonevndar seniorsamrøður og evnisdagar á arbeiðsplássinum?

Einasta rætta í Føroyum
Ein veruligur arbeiðsmarknaðardepil var eisini ein vitanardepil um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Umboðaður av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sosialu skipanunum, ALS, barsilsskipan, eftir/útbúgvingardepil. Eisini hevði hesin tætt samstarv við ráðini í politisku skipanini, so neyðugar lógartillagingar og góð hugskot skjótt gjørdust veruleiki. Um peningur eisini var til gransking á føroyska arbeiðsmarknaðinum og skilagóðar verkætlanir sum skaptu trivna var tað eisini bara enn eitt pluss.
Vænti avgjørt, at arbeiðsmarknaðurin fyri øll nógv lættari gjørdist veruleiki við einum veruligum arbeiðsmarknaðardepli. Júst í Føroyum átti at veri so einfalt at fari í holt við ein slíkan. Samanumtikið er at vóna, at vit heldur savna skipanir í einum depili heldur enn at spjaða. Vóni at vit, virðing og skil verður tikið fram um egináhugamál hjá ávísum politikarum.