Samstarvið millum ymsu feløgini á arbeiðsmarknaðinum er í sorli, verkfall er og viðurskiftini hjá teimum tímaløntu á privata arbeiðsmarknaðinum eru ruðuleikakend.
Hetta er dagsins støða á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum Tjóðveldisflokkurin ynskir at seta undir lupp á almennari hoyring í Norðurlandahúsinum komandi mikukvøld.
Ábyrgd og skyldur
Tjóðveldisflokkurin heldur tað tykjast sum, at politiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hava tikið eina greiða støðu til, hvussu ábyrgd og skyldur skulu býtast á framtíðar føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Men fyri at seta hol á kjakið um hetta, hevur Tjóðveldisflokkurin boðið umboðum fyri arbeiðsmarknaðin, umboðum fyri arbeiðsgevarum og politikarum til almenna hoyring, har støða millum annað skal takast til fimm spurningar, ið viðvíkja hesum evni.
Spurningarnir eru hesir:
? Hvønn leiklut fáa føroysku fakfeløgini í framtíðini?
? Hvørjar uppgávur og skyldur hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum á eftirlønarøkinum, og hvørjar uppgávur hevur politiska skipanin?
? Hvussu skulu vit skipa føroyskar arbeiðsmarknaðarútbúgvingar og eftirútbúgvingar?
? Hvussu kann eitt gott arbeiðsumhvørvi gerast ein náttúrligur partur av øllum vinnuligum virksemi?
? Hvat kunnu vit í Føroyum læra av royndunum av arbeiðsmarknaðarpolitikkinum í øðrum londum og í hvørjum førum er best, at vit gera okkara egnu royndir?
Fleiri skyldur
Tjóðveldisflokkurin vísir á, at gongdin í grannalondum okkara seinastu árini hevur verið, at alsamt fleiri skyldur og uppgávur verða fluttar frá almennu myndugleikunum út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Sum dømi verða nevnd eftirlønartryggingar, eftirútbúgvingar av starvsfólki og verkætlanir viðvíkjandi betri arbeiðsumhvørvi.
Hesa gongdina sær Tjóðveldisflokkurin aftur í Føroyum. Hann vísir millum annað á, at ALS er skipað sum partur av arbeiðsmarknaðinum, og at tann júst samtykti barnsburðargrunnurin er ein arbeiðsmarknaðarfyriskipan.
Men samstundis vísir flokkurin á, at tað tó ikki tykist, sum at poltitiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tikið eina greiða støðu til, hvussu ábyrgd og skyldur skulu býtast teirra millum.
Politikarar spyrja
Almenna hoyringin um arbeiðsmarknaðin verður sett í Norðurlandahúsinum klokkan hálvgum átta mikukvøldið. Pallborðið verður mannað við Gunnleivi Dalsgarð, formanni fyri Starvsmannafelagið, Ingeborg Winther, forkvinnu fyri Føroya Arbeiðarafelag, Elsu Birgittu Petersen, forkvinnu fyri Føroya Lærarafelag, Jan Mortensen, stjóra fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Tummas Magnussen, deildarstjóra á lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum.
Umframt hesi luttaka Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins á fundinum. Hesir báðir fáa ein eitt sindur ørðvísi leiklut, enn vit vanliga síggja teir í. Teir skulu nevniliga sita og spyrja pallborðið ymsar spurningar, ið viðvíkja hesum evnum. Kortini fáa teir eisini møguleika at koma við egnum viðmerkingum.









