Ringasti parturin av búskaparkreppuni tykist nú hæsa av. Men stóra framtíðar avbjóðingin verður at avmarka arbeiðsloysið Sambært greinarum verður talið av arbeiðsleysum í OECD-londunum á leið 57 milliónir um tvey ár. Sama tal er í dag 37,8 milliónir.
- Arbeiðsloysið verður eitt dominerandi politiskt tema næstu tíggju árini, og tað verður truplari at basa hesaferð, enn tað áður hevur verið, sigur Steen Bocian, sum er greinari hjá Danske Bank, við epn.dk.
Hann vísir á, at tað er serliga hjá londum, ið frammanundan hava stóra uttanlandsskuld, at hetta verður ein heilt stórur trupulleiki.
Hinvegin metir hann ikki, at Danmark verður so hart rakt. Partvíst tí arbeiðsloysið í Danmark var metlágt undan kreppuni, og partvíst tí danski statskassin er væl fyri og tí er førur fyri at átaka sær skuld.










