Tað gongur ikki so væl á amerikanska arbeiðsmarknaðinum sum væntað, og nýggj hagtøl haðani fingu alt fyri eitt ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar kring heimin í dag. Eitt nú fall C20-vísitalið í Danmark 2,5 prosentstig.
Hagtølini frá amerikonsku myndugleikunum siga, at 39.000 nýggj arbeiðspláss komu í november, men tað var lítið samanborið við metingina hjá serfrøðingunum, sum høvdu mett talið til 150.000. Samstundis vísa hagtølini, at arbeiðsloysið í USA er 9,8 prosent. Metingin hjá serfrøðingunum var 9,6 prosent.
James Glassman, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá JP Morgan, sigur sambært Bloomberg News, at tað er ikki serliga hugaligt at lesa tey seinastu hagtølini. Hann er serliga vónsvikin av, at arbeiðsloysið ikki minkar, men tvørturímóti vísir seg at hava breitt seg út um alt landið.