Arbeiðsloysið veksur framvegis

Hagstovan skrivar, at arbeiðsloysið var 5,3 prosent í desember, og er hetta er ein vøkstur uppá 3 prosent stig síðan januar. Árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið var 5,3 prosent. 812 mannfólk og 580 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í desember. Størsta arbeiðsloysið í desember var í Suðuroy. Tað minsta, 4,3 prosent, var í Vágum og Eysturoy. Í Norðoyggjum, Sandoy og Suðuroy liggur tað omanfyri miðal fyri landið.