Arbeiðsloysið vaks í mars

1594 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í mars mánaði, og tað var ein lítil vøkstur samanborið við februar. Tey ungu og tey eldru eru serliga rakt av arbeiðsloysinum. Hagstova Føroya hevur gjørt upp, at talið av fulltíðararbeiðsleysum í mars var 1.594 - 949 mannfólk og 645 konufólk.

Arbeiðsloysið í mars var 6,1 prosent, og árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið var 5,5 prosent. Hettar er ein lítil vøkstur síðan februar.

Sørsta arbeiðsloysið í mars, 8,1 prosent, var í Suðuroyar sýslu. Minsta arbeiðsloysið, 5,4 prosent, var í Streymoyar sýslu. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum uttan í Norðoya og Suðuroyar sýslum, har arbeiðsloysið minkaði við umleið 1 prosenstigið í part.

Verður hugt at arbeiðsloysisprosentinum millum aldursbólkar, er tað størst millum fólk ið eru yngri enn 35 ár og millum teirra ið eru eldri enn 54 ár.