Arbeiðsloysið í USA metstórt

Hagtøl hjá amerikanska hagtalsstovninum fyri juni mánað vísa, at arbeiðsloysið kom upp á 6,4 prosent seinasta mánaðarskiftið, og so stórt hevur arbeiðsloysið í USA ikki verið seinastu níggju árini. Hetta er fyrstu ferð síðani í apríl í 1994, at arbeiðsloysið hevur verið so stórt.

Í mai var amerikanska arbeiðsloysið 6,1 prosent, men myndugleikarnir væntaðu tá, at tað fór at minka tann næsta mánaðin. Gongdin hevur tvørturímóti verið tann øvugta, og eftir einum mánað eru 30.000 arbeiðspláss farin.

Talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta, Ari Fleischer, sigur, at forsetin er ørkymlaður av tí stóra arbeiðsloysinum, og at tað framvegis veksur, men at forsetin hevur álit á, at tann stóri skattalættin fer at venda gongdini í búskapinum á røttu kósina.