Arbeiðsloysið í USA 9,4 prosent

345.000 arbeiðspláss hvurvu í USA í mai, so nú er arbeiðsloysið komið upp á 9,4 prosent Greinarar høvdu væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa í mai, men vøksturin bleiv heldur størri, enn teir høvdu væntað, skrivar AP.

Ein orsøk til tann stóra vøksturin er, at bilverksmiðjan Chrysler koyrdi nógv fólk til hús.

Útlitini á tí økinum eru ikki tey bestu, tí um stutta tíð fer eisini General Motors at siga fólki upp og tað í stórum tali, skrivar AP.