Arbeiðsloysið tað minsta í trý ár

Árstíðarjavnaða talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.200 í desember, ið er 106 færri enn í november mánað. Arbeiðsloysið er sostatt minkað úr 4,8% niður í 4,5%.

Tað veit Hagstovan at siga.

Fyri einum ári síðani vóru 1.759 arbeiðsleys, svarandi til 6,6%. Talið nú er tað minsta síðani september 2009.

Síðan desember 2011 er talið av arbeiðsleysum monnum minkað við 316 og av konufólkum við 249. Stabbamyndin niðanfyri vísir gongdina síðsta 12-mánaðarskeiðið. Hjá kvinnum er arbeiðsloysisprosentið minkað úr 7,2% til 5,4% og hjá monnum úr 5,9% til 3,8%.

Í desember minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum. Í tali eru flest arbeiðsleys í Streymoy, men roknað í % av arbeiðsfjøldini er arbeiðsloysið størst í Vágum og Suðuroy og minst í Eysturoy.

Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku aldursbólkunum. Størst er tað millum tey elstu og minst millum tey í miðjum árum.