Hóast hagtølini vísa, at tann svenski búskapurin stendur seg væl, missa støðugt fleiri og fleiri sviar arbeiðið. Nýggj tøl hjá arbeiðsávísingini vísa, at í juni høvdu 374.000 sviar einki arbeiði. Tað merkir, at arbeiðsloysið er 8,1 prosent.
Tey arbeiðsleysu vóru 15.000 fleiri í tali enn í juni í fjør, og hagtølini vísa, at 5.200 fólk mistu atbeiðið í síðsta mánað ímóti 2.900 í juni í fjør.
Clas Olsson, sum er stjóri á svensku arbeiðsávísingini, sigur við fjølmiðlarnar, at tann størsti trupulleikin er, at listin við teimum langtíðararbeiðsleysu gerst støðugt longri.
Eins og í øðrum londum eru tað serliga tey ungu, sum hava ilt við at finna nakað arbeiði, og í summum pørtum av Svøríki er arbeiðsloysið millum tey ungu oman fyri 20 prosent.










