Arbeiðsloysið í Suðuroy tríggjar ferðir so stórt sum aðrastaðni

Arbeiðsloysið í Suðuroy er meiri enn tríggjar ferðir so stórt sum tað er í restini av landinum. Tað vísa tey nýggjast tølini, sum Hagstovan hevur gjørt yvir arbeiðsloysið kring um í landinum,

 

Uppgerðin vísir, at í miðal var arbeiðsloysið í Føroyum 2,2 prosent í desember, men tað er rættiliga stórur munur á, hvussu stórt arbeiðsloysið er í teimum ymsu økjunum kring landið.

 

Men sum heild er tað ikki stórur munur á arbeiðsloysinum í Norðoyggjum, Eysturoy, í Norðstreymoy, í Vágum, í Suðurstreymoy og í Sandoynni. Men Suðuroy er í eini serstøðu, tí har er arbeiðsloysið tvær ferðir so stórt, sum tað er í restini av landinum.

 

Les eisini: Nú er arbeiðsloysið 2,2 prosent

 

Arbeiðsloysið er minst Vágum, har tað er 1,4 prosent, í Eysturoy er tað 1,5 prosent, í Norðstreymoy og Norðoyggjum er arbeiðsloysið 1,6 prosent, og í Sandoy er tað 1,7 prosent. Men so er eitt lop upp til Suðurstreymoy, har arbeiðsloysið er við 2,4 prosent.

Men so er tað Suðuroyggin, sum er í eini serstøðu, tí har er arbeiðsloysið nógv hægri enn í restini av landinum. Arbeiðsloysið í Suðuroy er nevniliga 5,2 prosent, ella meiri enn tríggjar ferðir so stórt sum flest aðrastaðn í landinum. Upp aftur verri er, art arbeiðsloysið í Suðuroy er hækkað eitt sindur, tí í november var tað 4,7 prosent.  

 

Flesta staðni eru tað væl fleiri kvinnur, sum eru arbeiðsleysar, enn tað eru menn, Men í Sandoy hava menninir yvirvágina og í Vágum er ongin munur

 

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy, har tað bara er 0,7 prosent, men aftur á hesum øki er Suðuroy í eini serstøðu, tí tey, sum eru harðast rakt av arbeiðsloysi yvirhøvur, eru kvinnurnar í Suðuroy, tí tølini vísa, at 6,5 prosent av teimum eru arbeiðsleysar.