Hetta síðsta árið, frá september í fjør til september í ár, arbeiðsloysið í Suðuroy minkaði niður í eina helvt. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy 5,6 prosent, men nú er tað komið niður á 2,8 prosent, vísir ein uppgerð hjá hagstovuni.
Hagstovan sigur eisini, at lutfalsliga er arbeiðsloysið ongastaðni í landinum minkað so nógv hetta síðsta árið, sum í Suðuroy. Men tey keðiligu tíðindini eru kortini, at hóast munurin er minkaður nógv, er tað framvegis í Suðuroy, at arbeiðsloysið er størst í øllum landinum.
Í Suðuroy er arbeiðsloysið nevniliga framvegis tvær ferðir so stórt sum tað er í landinum annars, tí har er arbeiðsloysið minkað úr 2,3 prosent fyri einum ári síðani, niður í 1,3 prosent, sum tað er nú. Arbeiðsloysið er minst í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy og í Vágum, har tað er ímillum 0,7 prosent og eitt present.
So er eitt lítið glopp upp til Sandoy og Suðurstreym har arbeiðsloysið er ávikavist 1,4 prosent og 1,6 prosent – og so er arbeiðsloysið størst í Suðuroy, har tað er 2,8 prosent.