Mathias Lassen
í Nesi
í Hvalba
??????
Passar tað, at Føroya Landsstýrið einki kann gera?
Sagt verður, at landsstýrið kann einki gera við avgerðina hjá Føroya Fiskavirking um at steingja virkini í Vági og í Hvalba.
Ein kann loyva sær at spyrja:
Situr nakar suðuroyingur í nevndini í Føroya Fiskavirking?
Mítt svar er nei!
Hvat ger ein postverksstjóri í nevndini fyri Føroya Fiskavirking og hvat ger ein dani í nevndini fyri Føroya Fiskavirking, og hví skulu teir flestu í nevndini búgva í Havn?
Eitt hugskot er at rudda upp í hesum. Kreppan í Suðuroy er líka so álvarsom sum kreppan var í Føroyum fyrst í hálvfemsunum. So einfalt er tað.
Hvussu nógv verður fiskað í havøkinum nærmast Suðuroynni sunnan fyri eina linju tvørs av Sandoynni?
Mítt svar er, at fiskurin sum ísfiskatrolarar og línuskip fiska undir Føroyum, verður veiddur á Mykinesgrunninum, vestan fyri Suðuroynna, sunnan fyri Suðuroynna, eystan fyri Suðuroynna, Sandoyarbanka, Nólsoyarbanka og á Fugloyarbanka.
Eftir hesum verður nógv tann mesti fiskurin á Føroyagrunnunum veiddur her suðuri, men avreiddur norðanfyri.
Landsmyndugleikarnar áttu at kunna sett kvotur á hvar fiskurin skal avreiðast. Ella hvat?
Hví vitjaðu Kristian Thulesen Dahl og hinir limirnir í donsku fíggjarnevndini í Danmark ikki Suðuroynna, nú teir vóru í Føroyum og hugdu eftir búskaparviðurskiftunum her?
Tað er harmiligt at hoyra Kristian Thulesen Dahl siga, at í Føroyum er eingin kreppa, tá ið ein stórur partur av landinum er í kreppu, nevniliga Suðuroyggin. Skammast Løg-maður at lata útlendingar síggja alla elendigheitina í Suðuroynni?
Tað er harmiligt at síggja alt virksemi norðanfjørðs, meðan illa nokk eini sethús verða bygd í Suðuroynni.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi ein búskaparfrøðingur upp handilsjavnan ímillum Suðuroynna og restina av landinum. Úrslitið var at Suðuroyggin hevði eitt yvirskot uppá 100 milliónir krónur. Henda uppseting varð ikki umrødd við einum orði, hvørki av vanliga fólkinum ei heldur av politikarum. Hví?
Hetta yvirskot er ikki í dag, men var bara ein lítin partur sendur suður aftur, so kanska yvirskotið var 150 milliónir í dag. Tá kundu tit flotta tykkum uppaftur meir, og vit høvdu alíkavæl havt nóg mikið her suðuri, og havt tað gott við at verða við til at bera vælferðina uppi í Føroyum.
Hetta yvirskot, pluss fiskigrunnar rundan um Suðuroynna, bera alla vælferðina norðanfjørðs og alla elendigheitina í Suðuroy.
Hvussu hevði sæð út norðanfjørðs, um Suðuroyggin var loyst frá restini av Føroyum og fekk sítt egna fiskimark???
At fiskurin gýtur á Norðhavinum vita vit, men fyri tann skuld skuldi ikki verið neyðugt at gjørt sum norðmenn, nevniliga at tann fiskur sum gýtir í norskum sjógvi, hann eiga norðmenn uttan mun til hvar hann svimur.
Nei, sjálvandu skulu øll skip í Føroyum fiska í øllum havinum um Føroyar, men býtið av tí veidda fiskinum má verða rættvíst búskaparliga fyri alt landið og ikki sum nú, bert meginøkið.
Eisini verður sagt at suðuroyingar hava stórar djúp-vatnstrolarar, og at hesir avreiða uttanlands, og at hesir kunnu bara landa í Suðuroy.
Til tað er at siga, at tann fiskurin verður veiddur uttanfyri føroyagrunnarnar á sama hátt sum ídnaðarskipini, nótaskipini og rækjuskipini avreiða sín stóra part uttanlands. So her er einki at koma eftir.
Á føroyagrunnunum eru í fjørð veidd o.u. 70.000 tons. Hvussu nógv, Føroya Fiskavirking hevur tikið ímóti, veit eg ikki, men at kalla øll hesi tonsini eru fiskað av skipum norðanfjørðs.
Og tey fáa sín fisk uttan fyri dyrnar hjá suðuroyingum og sigla norður aftur framvið Suðuroynni, hyggja uppá land og kanska teir eisini flenna at okkum suðuroyingum.
Hvussu nógv av hesum fiski verður arbeitt á Tvøroyri, veit eg ikki, men har er so bara eitt flakavirki. Og lat tað so verða, at 7000 tons verða arbeidd á flakavirkinum á Tvøroyri, tað er 10% av 70.000 og svarar tað til okkara part sum skal sammetast við 10% av fólkinum í Føroyum.
Men vit hava ikki allar hasar almennu stovnarnar her sum tit hava har norðuri, og tí er tað eitt krav at í minsta lagi 14000 tons verða avreidd í Suðuroynni.
Tá ið tað er so umráðandi at velja fólk úr øllum landinum at umboða fólki á Løgtingi, hví er tað so ikki umráðandi at velja fólk úr øllum landinum at umsita fiskin sum Føroya Fiskavirking keypir og hagreiðir?
Hvussu ber tað til at tvey virkir í Suðuroynni geva undirskot meðan øll hini í landinum geva yvirskot?
Tað er altíð leiðslan sum hevur ábyrgdina av einum virki. Og er einasta loysn í hesum føri at steingja virkini, so hevur leiðslan ikki gjørt sínar skyldur, og tí er tað leiðslan sum skal spasera heim og ikki fólkið. At steingja virkini er tann allarbíligasta loysnin og krevur harðastu átalu.
Passar tað, at Føroya Landsstýri onki kann gera?