Arbeiðsloysið ongantíð verið so stórt

Arbeiðsloysið í Evropasamveldinum hevur ongantíð verið so stórt, sum tað var í november, tá tað var 10,3 prosent.

Hagstovan hjá ES, Eurostat, sigur, at í november vóru 23,6 milliónir fólk arbeiðsleys í samveldinum. Av teimum búðu 16,4 milliónir í evrulondum. Sagt verður, at 723.000 fólk mistu arbeiðið í november.

Størsta arbeiðsloysið er í Spania. Har eru 23 prosent arbeiðsleys. Í Grikkalandi hava 19 prosent einki at gera. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturríki, har tað er 4 prosent.