Arbeiðsloysi í oljuvinnuni

Tann lági oljuprísurin og eitt stórt undirskot krevur síni offur í norska oljufelagnum Saga Petroleum. Oljufelagið noyðist at senda 25 prosent av starvsfólkunum heim; hetta svarar til eini 400 fólk

Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo


Saga Petroleum leggur fyrrapartin í dag fram eina ársfrágreiðing, sum vísir eitt hall uppá 1,5 milliardir norskar krónur. Hetta veit norska útvarpið, NRK, at siga í morgun.

Samstundis verður roknað við at Saga Petroleum vil kunngera, hvar í felagnum skerjingar koma. Útreiðslustøðið í 1999 byggir nú á ein oljuprís uppá tíggju dollarar fyri oljufatið.

Saga Petroleum hevur ikki boðað frá, hvar og hvussu nógv fólk verða søgd upp, men 400 av teimum 1600 starvsfólkunum í Saga Petroleum verða send heim.

Í fyrstu atløgu verður roknað við, at hetta rakar meinast á høvuðsskrivstovuni í Sandvika uttan fyri Oslo, í Stavanger og í Norðsjónum.

Virksemið uttan fyri Noreg er fyribils ikki nevnt.