Arbeiðsloysið minkar í USA

Í apríl komu 115.000 arbeiðspláss afturat í USA, og tað ger, at arbeiðsloysið nú er 8,1 prosent. Tað sigur arbeiðsmálaráðið í Washington, sum samstundis fegnast um, at so lítið hevur arbeiðsloysið ikki verið tey seinastu trý árini.

Búskaparfrøðingar vísa hinvegin á, at enn eru 12,5 milliónir amerikanarar arbeiðsleysir, og tað komu færri nýggj arbeiðspláss í apríl, enn teir høvdu væntað. Tað hevur fingið fleiri at halda, at tann vøksturin, sum hevur verið í búskapinum teir seinastu mánaðirnar, er um at missa flogið.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at gongdin á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsloysið fáa avgerandi týdning fyri møguleikarnar hjá Barack Obama at verða afturvaldur á forsetavalinum í heyst.