Arbeiðsloysið minkar framvegis

Arbeiðsloysið í novembur mánaði var metlágt Arbeiðsloysistølini fyri novembur mánað vísa, at gongdin við alsamt minkandi arbeiðsloysi heldur fram, sigur Hagstovan.

Í november varð arbeiðsloysið gjørt upp til 355 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru 25 færri enn í oktober, og er tað lægsta higartil. 214 ella gott 60% av teimum arbeiðsleysu eru konufólk, ið vanliga hava heldur størri skrásett arbeiðsloysi enn mannfólk.

Í prosentum kom arbeiðsloysið í november niður á 1,3% av arbeiðsfjøldini. Eisini hetta er met.

Gongdin við alsamt minkandi arbeiðsloysi, sum nú hevur staðið við í skjótt trý ár, heldur sostatt fram, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.