Arbeiðsloysið minkar alsamt

Arbeiðsloysið í desember var tað lægsta í fjør

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú komið niður á 2,5 prosent.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Her er talann um tað, tey kalla árstíðarjavnað arbeiðsloysi, og tað merkir, at lagt er upp fyri nátúrligum sveiggjum, sum tær ymsu árstíðirnar kunnu elva til

 

Hagstovan sigur, at hjá monnum er arbeiðsloysið 2,1 prosent og hjá kvinnum er tað eitt sindur hægri, ella 2,9 prosent.

 

Hagstovan sigur, at hetta var samstundis tað lægsta, arbeiðsloysið var í fjør yvirhøvur. Annars var tað størst í juli, tá ið arbeiðsloysið var trý prosent.

 

Í desember í ár vóru 693 fólk arbeiðsleys, og tað eru 130 fólk færri enn í juli.

 

Hagstovan sigur eisini, at her er talan um fólk, sum eru skrásett sum arbeiðsleys hjá Als og hjá Almannaverkinum.