Arbeiðsloysið minkað í Norðoyggjum og Sandoy

Nýggjastu hagtølini vísa, at arbeiðsloysið er alsamt hækkandi. Men tølini vísa samstundis, at soleiðis er ikki allastaðni.

Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroy, har 8,8 prosent vóru arbeiðsleys. Minsta arbeiðsloysið hinvegin var í Vágum, har einans 5,3 prosent vóru uttan arbeiði.

Víst verður á, at í farna mánaði vóru 1554 fólk arbeiðsleys, 926 menn og 628 kvinnur.

Hagtølini vísa haraftrat, at arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum, uttan í Norðoyggjum og á Sandoynni. Her minkaði tað við ávikavist 6 og 7 fulltíðararbeiðsleysum.

Annars vísa tølini, at størst arbeiðsloysið er millum tey ið eru yngri enn 35 ár og eldri enn 54 ár.