Arbeiðsloysið minkað

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.578 í apríl, ið er 126 færri enn í mars mánaði. Tað svarar til, at arbeiðsloysið er minkað úr 6,3 til 5,8 prosent.

Býtt á kyn vóru 822 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 756 mannfólk í apríl. Hjá kvinnum minkaði talið við 28 og hjá monnum við 98, samanborið við mars.

Fyri einum ári síðan var talið av fulltíðararbeiðsleysum 1.950, svarandi til 7,2 prosent. Nú er talið komið niður á 1.578, svarandi til 5,8 prosent, og er tað tað minsta síðani november 2010.

Í apríl minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum. Í tali eru flest arbeiðsleys í Streymoy, men roknað í prosentum av arbeiðsfjøldini, liggur arbeiðsloysið í Suðuroy áhaldandi væl oman fyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum í landinum.

Stórur munur er á, hvussu arbeiðsloysið er í ymisku aldursbólkunum. Størst er tað millum tey elstu, og minst millum tey í miðjum árum. Hetta er umleið sama mynstrið sum í apríl í fjør. Lutfalsliga er minkingin í arbeiðsloysinum minst millum elstu.