Arbeiðsloysið ímillum ung nógv minkað

Talið á teimum ungu, sum ganga arbeiðsleys, er munandi minkað seinastu tíðina.
Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum fyri løgtinginum mikudagin.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna, spurdi hann, hvat hann ætlar at gera fyri at basa ungdómsarbeiðsloysinum.
Johan dahl svaraði, at fyrr í ár setti ein arbeiðsbólkur nøkur uppskot fram um, hvussu ungdómsarbeiðsloysið kann basast.
Eitt uppskot var, at øll, sum eru skikkað, skulu sleppa undir útbúgving.
Tað er eitt uppskot, sum samgongan hevur raðfest og úrslitið av tí er, at í ár eru eini 500 fleiri lesandi í Føroyum, enn tað vóru í fjør.
Hann sigur, at hetta hevur ført til, at talið á teimum 16-24 ára gomlu, sum ganga fyri einki, er munandi fallið.
Hann vísti á, at seinasta uppgerðin frá ALS yvir arbeiðsleys ímillum 16 og 24 ár, er , at talið fallið úr 341 arbeiðsleysum ungdómum í mars niður í 179 í oktober.
- Tað er onki at ivast í, at nógv av hesum hava tikið av tilboðnum um at fara undir útbúgving.
Landsstýrismaðurin upplýsir eisini umboð fyri ALS hava verið norðurlendskari ráðstevnu um ungdómsarbeiðsloysi og skipanin hevur eisini skipað fyri evnisdegi fyri ung arbeiðsleys í aldrinum frá 18-24 ár.
Í næstum fer ALS eisini at seta fólk í starv at ráðgeva um ungdómsarbeiðsloysi.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen var ikki hugtikin, tí hon staðfesti, at uppskotið um at lata allir skikkaðar næmingar sleppa inn á miðnámsskúla, varð gamalt og tí vónaði hon at síggja onnur átøk frá samgonguni.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vil hava ungdómsarbeiðsloysi í síni heild til orðaskifti í Løgtinginum og tað tók landsstýrismaðurin undir við.
Annars vísti hann á, at ALS arbeiðir við málinum og har eru nøkur tilmæli á veg, sum ikki enn eru komin á hansara borð.