Arbeiðsloysið kann minka enn meira

Í november vóru 557 føroyingar arbeiðsleysir, og hetta svarar til árstíðarjavnað arbeiðsloysi á 2,0%. Hetta er minsta arbeiðsloysi síðani 2009.

Í 2007 og 2008 var arbeiðsloysið sera lágt í Føroyum, og eitt skifti í juni 2008 vóru bert 333 fólk arbeiðsleys.

Búskaparkreppan, sum síðani rakti Føroyar og onnur lond, hevði við sær, at í januar 2011 vóru næstan 2000 fólk arbeiðsleys. Síðani tá er arbeiðsloysið støðugt minkað, og tølini vísa, at tað kann minka enn meira.

Lægsta arbeiðsloysið í Føroyum er í Eysturoy, Norðstreymoy og Vágum, har tað er 1,1-1,2%. Nógv tað hægsta arbeiðsloysið er í Suðuroy, har 4,6% eru arbeiðsleys.